Tað er framvegis ein lítil møguleiki fyri – men hann er ógvuliga lítil – at næstbesta liðið hjá Víkingi kann fáa ávirkan á, hvussu tað verður við uppflytingini.
Eftir 2-1 sigurin á heimavøllinum í Leirvík seinnapartin eru tað átta stig fram til B68 og triðja plássið.
Á Víkinga liðnum vóru í dag veteranurin Gert Hansen og so nógvir ungir spælarar.
20 ára gamli Finnbjørn Hansen varð í fjúrtanda minutti skiftur inn fyri Fannhard Skoradal, sum í næstu viku hevur 20 ára føðingardag. Fannhard noyddist skaddur av vøllinum.
Ein minutt, eftir at hann varð skiftur inn, legði Finnbjørn Hansen heimaliðið framum. Lítla løtu undan steðginum javnaði Giza Hoyvík til 1-1. Málskjútti var Ahmed Keita, sum harvið skoraði triðja dystin á rað.
Longu tríggjar minuttir eftir steðgin skoraði heimaliðið sigursmálið. Tað var 19 ára gamli Tonni Thomsen, sum umsetti brotsspark til mál.
Giza Hoyvík er í tungum sjógvi. Nú tað resta átta umfør eru tað fimm stig og verri málmunur fram til HB, ið er á áttanda plássi. Giza Hoyvík hevur vunnið tríggjar ferðir. Enn er tað ikki eydnast liðnum at vinna fulla úrtøku á útivølli.
Næsti dysturin hjá Giza Hoyvík verður á útivølli ímóti B68.
Næsti dysturin hjá Víkingi verður á útivølli ímóti NSÍ.