Hoyvík er størsti býarpartur í Tórshavnar kommunu og vaksandi fólkatalið setir krøv til at tænastur og trivnaðarátøk verða gjørd í nærumhvørvinum.
Tað er ikki onki vit hava gjørt í Hoyvík hesa setuna: Nýggjan Umlættingar- og rehabiliteringsdepil (URD), stórar umvælingar eru gjørdar á Hoyvíkar skúla, Stórabrekka, nýggja bústaðarøkið, við 160 búeindum, verður boðið út í næstum, læknahølir í Kirkjustræti, nýggjur kirkjugarður, arkitektakapping hevur verið um at fara undir Stórutjørn. Dagstovnurin á Flat er bygdur út so hann nú er dupult so stórur, nógv trø eru gróðursett m.a. við Myllutjørn og í Djúpagili. gøtan í Villingardali er sett í gongd, verður liðug í desember. Byggisamtyktin fyri Dalin langa er broytt frá sethúsaøki til fríøki. Súkklarar hava fingið betri umstøður. Hølið innrættað í Hoyvíkshøllini til styrkivenjing, Frílendisætlanin Boðanes-Hoydalar er endaliga samtykt, gøtur eru gjørdar, hundatrøð undir Vinnuhúsinum letur upp í næstum, gøta út á Hvítasand er boðin út og fleiri trø verða gróðursett saman við Skógrøtini.
Tað eru tó mong viðurskifti, ið tørvur er á at gera og bøta um í Hoyvík. Komandi fýra árini eigur at verða arbeitt við hesum:
· Betri parkeringsviðurskifti í Millum Gilja, hetta skal gerast á felagsøkið, ið liggur klárt, men í órøkt, matr. nr. 140a.
· Fyrireikingarnar eru byrjaðar til at byggja røktarheim við røktaríbúðum aftrat í Stórutjørn.
· Finna eina loysn við koyriforingunum á gøtunum kring Hoyvík so, at súkklur og barnavognar sleppa framvið eftir gøtunum, - tó uttan at prutl sleppa ígjøgnum.
· Planta meira kring um í Hoyvík.
· Fyrireika útbygging av Hoyvíkar skúla
· Snøgga og gera torg og fleiri parkeringspláss á økinum millum kirkjuna og skúlan
· Gera útkoyringina frá Løgmannabreyt út á Vegin Langa trygga, t.d. við rundkoyring ella ferðsluljósum.
· Gera ljóðforðingar, nú landsvegurin (nýggi innkoyringavegurin) kemur so tætt at húsunum í Hoyvík.
· Ljóðforðingar/planting millum Dagstovnin á Flat og Vegin langa
· Heildarætlan fyri at bøta um parkeringsviðurskiftini fer til hoyringar nú, har vit gera grøn økir, parkeringspláss og gongubreytir á Karlamagnusarbreyt, pengar eru settir av á fíggjarætlanini og farið verður undir arbeiði í ár.
· Fríðka rundan um fótbóltsvøllin, gera skýli og áskoðarapláss
· Gøtulyktir fram við gøtuni við Svartafoss.
· Samanbinda gøtuna omanfyri Sandvíkarhjalla við gøtu oman til Sundsvegin, so tað ber til at ganga eftir gøtum frá Sandvíkarhjalla og inni á Gøtu niðan á Sundsvegin uttan at noyðast at ganga eftir stóru vegunum.
· Gera felagsøkið við tjørnina millum Djúpagil og Millum Gilja, so økið kann nýtast til hugna og tiltøk.
· Fjarhitarør liggja í fleiri økjum í Hoyvík, men hóast frástøðan er stutt, so eru nógv hús, sum ikki sleppa at knýta í, tí rørini ikki ganga heilt til húsið. Kommunan eigur at bera so í bandi, at rør verða løgd til húsini, og síðani kunnu húskini sjálvi rinda ein rímiligan íbindingarkostnað.
· Hoyvíkshøllin skal útbyggjast við einum hondbóltsvølli afturat.
· Stórhøll skal fyrireikast og liggur í nýggja býlinginum í Stórutjørn.
Fái eg álit frá veljaranum at halda fram í býráðnum fari eg at virka fyri at bøta um hesi viðurskifti í Hoyvík.
Gunvør Balle,
varaborgarstjóri og valevni fyri Tjóðveldi