Hoyvík setti B68 upp á pláss

Giza/Hoyvík úr fyrstu deild vann í dag steypadystin ímóti B68 í bestu deildini

Tað er longu nú greitt, at í hvussu er tvey lið í næstbestu deildini vera í pottinum, tá ið lutur fer at verða drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmansteypið.

 

Í morgin hittast EB/Streymur og 07 Vestur við Margáir, at stríðast um eitt pláss í fjórðingsfinaluni.

Í dag kvalifiseraði Giza/Hoyvík seg at spæla í fjórðingsfinaluni. Liðið í næstbestu deildini átti heimavøll á  niðara vølli í Gundadali ímóti B68 í bestu deildini.

Úrslitið var 2-0 til Giza/Hoyvík eftir 1-0 í hálvleikinum.

Bæði málini vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður.

Bogi Hermansen setti í fyrra hálvleiki hol á við beinleiðis frísparki, og tíðliga í seinna hálvleiki økti Leivur Holm um leiðsluna, tá ið hann eftir horna frá Boga Hermansen við høvdinum stýrdi bóltin í B68 málið.

Síðstu minuttirnar var Giza/Hoyvík undirmannað, eftir at Leivur Holm hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð og harvið varð vístur av vøllinum.