Hoyvík er væl umboðað í farandi býráð

Hoyvík er økið við tí stóra fólkavøkstrinum, og sæst tað aftur í, hvar býráðslimirnir búgva

BÝRÁÐSVAL

Heri Simonsen

heris@sosialurin.fo

 

Í eitt mannaminni hava fólk í Tórshavnar Kommunu valt 13 fólk í býráðið. Hóast bæði Argir, Kollafjørður, Nólsoy, Velbastaður, Kirkjubøur, Norðradalur, Syðradalur, Hestur og Koltur eru komin upp í Tórshavnar Kommunu. Og hóast fólkatalið í Havn, á Argjum, og serliga í Hoyvík er nógv vaksið seinastu árini, so hevur lítið verið at hoyrt um at økja talið av býráðslimum, so t. d. Kollafjørður hevði havt ein betri møguleika at fingið eitt umboð í býráðið.

 

Hoyvík dominerar

Hyggja vit eftir, hvar teir 13 býráðslimirnir í farandi býráð búgva, so sæst, at Hoyvík er væl umboðað í býráðnum. Nógv fokus er eisini á Hoyvík, og útbyggingarnar, sum har eru.

Marin Katrina Frýdal (E),

Leivur Hansen (E),

Jan Christiansen (A),

Inga Dahl (A) - sum tók sætið fyri Anniku Olsen –

og Høgni Mikkelsen (B)

eru øll búsett í Hoyvík, og hevur Hoyvík soleiðis fimm av 13 býráðslimum. Argir hevur bara ein býráðslim, og er tá talan um Sjúrð Olsen (A).

Um vit siga, at økini vestan fyri Dalavegin eru Vesturbýurin, so eru Halla Samuelsen (C) og Bjarti Mohr (A) har og so hevur vesturbýurin tvey umboð í býráðnum.

Vagnur Johannesen í Kollafirði hevur kortini havt sæti í býráðnum fyri Bjarta Mohr seinastu tíðina.

Taka vit miðbýin – tað sum liggur innan fyri gamla Stóragarð, so hevur miðbýurin trý umboð. Talan er um Elina Lindenskov (C), Hildur Eyðunsdóttir (E) og Heðin Mortensen (C).

Beate L. Samuelsen (B) býr tætt við plantasjuna, og er tað næstan á markinum til miðbýin. Jógvan Arge (E) býr skamt frá Hoyvíkstjørn.

Býráðslimirnir, sum eru konfronteraðir við hesum í skrift og talu, leggja allir áherðslu á, at tað hevur ongan týdning hvar í kommununi ein býráðslimur býr, um bara viðkomandi vil arbeiða fyri alla Tórshavnar Kommunu. Kortini er ein eyka spenningur um, hvussu geografiska býtið millum býráðslimirnar verður aftan á valið týskvøldið.

Sjálvstýrisflokkurin hevur innritað í sína valskrá, at talið av býráðslimum í Havn eigur at verða økt.