HOYRIBREK
Vælferðin hjá nógvum hoyribrekaðum í Føroyum er tengd at, at umstøðurnar hjá Hoyrnardeildini eru nøktandi. Tað eru tær ikki í løtuni, og nevndin í Felagnum fyri Hoyribrekað í Føroyum heitir tí á avvarðandi myndugleikar um at síggja til, at hesi viðurskifti koma í rættlag sum skjótast. Ætlanin er at flyta Hoyrnardeildina av Sernámsdeplinum, har hon leingi hevur hildið til, á Landssjúkrahúsið. Flytingin skuldi havt verið fyri hálvum ári síðani, freistin var síðani sett til 1. apríl, men enn er Hoyrnardeildin ikki flutt, og eingin veit í løtuni, nær flytingin verður. Støðan er ótrygg, og hon gerst ikki betri av, at einasta starvsfólkið á Hoyrnardeildini, Ina Wessberg, audiologiassistentur, er um at drukna undir í arbeiði. Umstøðurnar, hon hevur at arbeiða undir, eru alt annað enn eggjandi, slær Felagið fyri Hoyribrekað fast. Arbeiðið er meiri enn til ein persón, audiologiassistenturin hevur ikki so frægt sum ein skrivara afturat sær, og tí má hon røkja fleiri uppgávur samstundis uttan at fáa endurgjald fyri tað. Á Hoyrnardeildini er møguligt at fáa hoyritól tillagað óg útflýggjað, og hagar ber til at venda sær, um tólini verða í ólagi.
Felagið fyri Hoyribrekað í Føroyum hevur júst havt aðalfund. Tey, sum manna nevndina nú eru Nicolina Dahl, Klaksvík, sum er forkvinna, Jákup Danielsen, Havn, kassameistari, Katrin Rubeksen, Havn, skrivari, og Jórun Johannesen, Norðskáli, tiltakslimur.
Limatalið í felagnum er vaksandi, eitt tekin um, at alt fleiri føroyingar fáa eitthvørt hoyribrek at dragast við.