Hoyrir til

Allan Mørkøre tekur sær ikki nær, at áskoðarar hjá mótstøðuliðnum rópa eftir honum undir dystum

 

Fótbóltstos


Tað er neyvan at tak ov dýran til, tá sagt verður, at Allan Mørkøre var illa lýddur í B36 húsinum sunnudagin. Áskoðararnir róptu at kalla hvørja ferð, sum landsliðsmaðurin hevði bóltin, men sjálvur heldur hann ikki, at hetta er nakað, sum hann kennir seg raktan av.

- Tað taki eg bara sum eitt kompiment. Eg haldi, at eg eri vorðin ov gamal til at taka mær av slíkum, sigur Allan, sum eisini heldur, at slíkt hoyrir eini grannauppgerð til.


Høvdu møguleikarnir

Um sjálvan dystin helt Allan Mørkøre annars, HB átti sínar møguleikar, men at teir ikki tóku av hesum.

- Vit skuldu avgjørt dystin í fyrra hálvleiki. Vit vóru tað betra liðið, og vit høvdu okkara møguleikar, men tað gekk so ikki hjá okkum.

- Lat meg annars nýta høvið til at ynskja B36 hjartaliga tillukku við gullinum. Teir hava uppiborið gullið, segði ein vónbrotin Allan Mørkøre eftir dystin sunnudagin.