Hoyringin er liðug

Nú fer mentanarnevndin í Eysturkommunu at endurskoða uppleggið við innkomnu viðmerkingunum í huga, áðrenn uppleggið fer til viðgerðar í býráðnum.

- So er hoyringin av nýggja mentanarpolitikkinum liðug. Fleiri viðmerkingar komu inn.

 

Tað sigur Eysturkommuna.

 

Lagt verður aftrat, at kommunan hevur fingið afturmeldingar, bæði alment, privat, gjøgnum telefonsamrøður, teldupost, kjatt og í aðrar mátar.

 

- Vit takka fyri góðu afturmeldingarnar. Nú fer mentanarnevndin at endurskoða uppleggið við innkomnu viðmerkingunum í huga og fer at gera møguligar tillagingar, áðrenn uppleggið fer til viðgerðar í býráðnum.

 

Eysturkommuna veit at siga, at meira verður at frætta seinni um arbeiðið við nýggja mentanarpolitikkinum.