Ein borgari søkti um innlit í eitt uppskot til eina løgtingslóg, umframt um innlit í hoyringarsvarini til hetta lógaruppskotið.
Mentamálaráðið gav borgaranum innlit í lógaruppskotið, sum longu var almannakunngjørt, men sýtti honum innlit í hoyringssvarini, tí ráðið metti, at talan var um innanhýsis skjøl.
Borgarin valdi síðani at kæra avgerðina hjá Mentamálaráðnum til Løgtingsins umboðsmann. Løgtingsins umboðsmaður tók málið til viðgerðar og bað um eina frágreiðing frá Mentamálaráðnum.
- Hoyringarsvar við tøttum tilknýti til eitt ítøkiligt lógaruppskot er at meta sum partur av einum ítøkiligum ógarfyrireikandi arbeiði og harvið fevnt av hugtakinum “lóggávumál,” skrivar Mentamálaráðið í sínum svari til umboðsmannin.
Mentamálaráðið vil vera við, at hetta verður gjørt fyri at tryggja umsitingini arbeiðsfrið í sambandi við ítøkilig lóggávumál, og fyr at tryggja sær, at fólk, sum ráðið má samstarva við, ikki skulu kenna seg trýst av, at viðmerkingar teirra verða almennar.
- Hetta kann bera við sær, at fólk aftra seg við at gera sínar viðmerkingar til eitt lógaruppskot, ið annars er av sera stórum týdningi fyri lóggávumál, skrivar Mentamálaráðið.
Løgtingsins umboðsmaður vísir í síni viðgerð á, at hetta ítøkilia lógaruppskotið ongantíð varð lagt fyri tingið. Ístaðin nýtti Mentamálaráðið hoyringarsvarini til at endurskoða lógaruppskotið, og at leggja eitt broytt uppskot fyri tingið í eini seinni tingsetu.
- Lóggávumál, sum ikki verða løgd fyri Løgtingið, eru ikki fevnd av almennum innliti, skrivar Løgtingsins Umboðsmaður.
Løgtingsins Umboðsmaður er eisini samdur við Mentamálaráðnum í, hoyringarsvarini eru partur av lóggávumálinum, sum ikki er fevnt av almennum innliti.