Granskingarráðið hevur sent út innbjóðing til eina røð av fólki um at koma við teirra boði uppá, hvørji satsingøkini fyri gransking skulu vera komandi árini.
Vísindaráðið samtykti hin 28. januar 2011 yvirskipaða granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur. Her er eitt nú ásett, at Føroya Landsstýri í samráð við Vísindaráðið - og eftir tilmæli frá Granskingarnevndini - raðfestir í mesta lagi fimm granskingarøki. Henda raðfesting skal kjølfesta yvirskipaða granskingarpolitikkin og skal speglast í játtanunum til granskingarstovnarnar og í kappingarpuljum í Granskingargrunninum.
- Mentamálaráðið hevur biðið Granskingarnevndina gera tilmæli um 5-10 raðfest granskingarøkir. Biðið verður um, at tað í tilmælinum verður greinað, hví hesi granskingarøkini eiga at vera raðfest, og at tað verður greinað, hvussu ein slík raðfesting kann verða sett í verk fíggjarliga og skipanarliga. Biðið verður um, at granskingarumhvørvini og vinnan verða tikin við uppá ráð, tá raðfestu økini verða vald, sigur Granskingarráðið.
Lagt verður aftrat, at áheitan nú er send leiðslunum fyri granskingarstovnarnar, nøkrum útvaldum virkjum og øðrum, sum mett verður hava áhuga fyri málinum.
- Onnur eru eisini vælkomin at koma við teirra íkasti innan teir karmar, sum eru settir fyri uppskotini. Innbjóðingin við nærri lýsing av treytum og skjalið, sum uppskotini skulu skrivast á, eru at finna á heimsíðuni www.gransking.fo