Hoyring um føroyskan fótbólt

Føroyski fótbóltsheimurin er við í meldrinum í einum støðugum, umskapandi altjóða fótbóltsheimi við vaksandi møguleikum, avbjóðingum og krøvum

Á seinasta ársaðalfundi samtyktu feløgini nýggjar lógir fyri FSF, sum eru kjølfestar í altjóða limaskapi okkara í FIFA og UEFA. Umframt ásetingar um endamálini hjá FSF, eru ásetingar um skyldur og rættindi hjá feløgunum. Hetta er grundvøllurin, føroyski fótbóltsheimurin stendur á. Akkurát hvussu tilvitaði feløgini eru um henda veruleika, er ein annar og góður spurningur

Tað, sum eg haldi hevur týdning at fáa gjørt beinanvegin, er at fáa tikið pulsin á føroyska fótbóltsheiminum í merkingini at skipa eina hoyring, sum tekur útgangsstøði í tí veruleika, sum feløgini liva í. Tað merkir, at vit skapa neyðugu tíðina til at viðgera týdningarmiklu fortreytirnar fyri, at tað skal gangast føroyskum fótbólti væl.

Hoyringin skal snúgva seg um øll viðkomandi evni, sum hava týdning fyri - og ávirkan á føroyska fótbóltsheimin. Endamálið við hoyringini er í felag at smíða eina hugsjón og leggja eina ítøkiliga framtíðarætlan við greiðum málum og neyðugum raðfestingum. Tað hevur alstóran týdning, at virðini í eini framtíðarætlan og tann kós, ið verður løgd, taka útgangsstøði úr einum felags grundarlagi og veruleika.

Eg ivist ikki í, at feløgini hava neyðugu vitanina og hugsjónirnar, og eg havi fult álit á, at vit fáa bestu úrslitini, við at feløgini gera sína ávirkan galdandi og harvið taka sín ognarlut í eini framtíðarætlan.

Samstundis vil ein slík tilgongd hvessa tilvitið hjá feløgunum um skyldur og rættindi teirra, og skapa neyðuga grundarlagið fyri at tey megna uppgávu sína, umframt at FSF og feløgini í størri mun koma at kenna seg sum ein felagsskap, ið hevur somu mál.

Tað hevur alstóran týdning, at feløgini hava fult álit á felagsskapi sínum, tí FSF skal, umframt at syrgja fyri at altjóða limaskapurin skapar størst møguligu menning fyri føroyskan fótbólt, eisini tryggja, at ásetingarnar, ið feløgini liva undir, verða fyrisitin á fult forsvarligan hátt við virðing fyri skyldum og rættindum teirra.

Fyrisitast og samskiftast skal við stórum toli, tí tað er ikki nóg mikið at framleiða og kunngerða reglur v.m. FSF má og skal taka útgangsstøði í veruleikanum hjá feløgunum. Veruleikin, sum feløgini liva í inniber, at høvuðsorkan fer til at fyriskipa kappingarárið við øllum teim størri og smærri avbjóðingum tað inniber. Í hesum meldrinum gongur tað ofta útyvir yvirblikki í feløgunum, tí hvør skuldi nú gera hvat og nær, og hvat nú um okkurt er gloymt ”i kampens hede”? Leiðslur,ábyrgdarpersónar og eldsálir í feløgunum eru komandi og farandi, og tí hevur tað alstóran týdning, at FSF áhaldandi og ótroyttiliga er kunnandi, ráðgevandi og stuðlandi í samspæli sínum við feløgini.

Aðalfundurin hjá FSF er í mínum eygum at síggja sum ein ”árligur” hálvleikur, har eftirmett verður, hvussu hilnast hevur, um vit arbeiða fram móti settum málum, um vit halda gjørdar avtalur, og um vit eru á røttu kós.

Umframt lógarkravdu dagsskránna, sum í stóran mun er afturlítandi, skulu feløgini í framtíðini, á árliga aðalfundinum, viðgera menningina av - og avbjóðingarnar og møguleikarnar hjá føroyskum fótbólti.

Eg vóni, at feløgini, sum fyrireiking til aðalfundin, fara at kjakast um hvussu tey ynskja, at starvsnevndin í FSF skal fyrisita og fyrihalda seg í síni atferð, fyrisiting og samskifti við feløgini. Við útgangsstøði í hesum mugu feløgini velja hvør tilgongdin skal verða til framtiðarætlanina hjá føroyska fótbóltsheiminum, og hvønn tey vilja at standa á odda fyri uppgávuni.