Hoyribrekað fáa eingi hoyritól

Sernámsdepilin hevur steðgað innkeypinum av øllum hjálparhoyritólum fyribils. Orsøkin er, at Mentamálastýrið vil broyta mannagongdina í sambandi við innkeyp. Hoyribrekað mugu tískil brynja seg við toli, til nýggj mannagongd er funnin

 

Hoyribrekað, ið hava tørv á hjálparhoyritólum, fáa ikki hjálp frá Sernámsdeplinum í hesum døgum. Depilin hevur steðgað øllum innkeypi at hjálparhoyritólum, tí Almannastovan og Mentamálastýrið krevja mannagongdina broytta.

Henda støðan hevur verið í tríggjar vikur, og tey, sum eru til kanningar á Sernámsdeplinum við tí fyri eygað at fáa hoyritól, fara sum av torvheiðum.

? Vit hava valt at steðga innkeypinum av hjálparhoyritólum, so leingi sum eingin føst mannagongd er á hesum økinum, sigur Hans Eli Dahl, leiðari á Sernámsdeplinum.


Umsókn fyrst

Vanligt hevur verið, at fólk við trupulleikum hava verið til kanningar hjá serfrøðinginum á Sernámsdeplinum, og tann hoyribrekaði hevur so fingið eitt hóskandi hoyritól beinanvegin, sum Sernámsdepilin í fyrsta umfari hevur goldið fyri.

Síðani er ein umsókn send Almannastovuni um stuðul til keyp av hoyritóli, og Sernámsdepilin hevur fingið upphæddina endurgoldna.

Henda mannagongd skal nú broytast. Almannastovan vil sleppa av viðgera umsóknina, áðrenn hoyritólið verður keypt.

Hans Eli Dahl vísir á, at henda mannagongd ikki letur seg gera. Orsøkin er, at ein persónur við tørvi á hoyritóli ofta skal royna fleiri tól, áðrenn funnið verður fram til tað rætta. Tí er trupult at fremja tað ætlanina í verki.

Hans Eli Dahl leggur tó dent á, at hetta ikki er nøkur kreppustøða, Sernámsdepilin er í. Allir tríggir stovnarnir arbeiða í løtuni við at finna eina loysn, og hon verður vónandi skjót.

Sernámsdepilin kann tó ikki liva við verandi støðu leingi afturat, og tí er neyðugt at finna eina skjóta loysn, sum allir partar kunnu liva við.

Fyrr hevur verið vanligt, at frávik eru gjørd í sambandi við innkeyp av hoyritólum við tí fyri eygað, at fólk skulu sleppa undan langari bíðitíð.

? Inntil alt er púra greitt á hesum økinum, og vit vita, hvat Almannastovan velur at veita stuðul til, keypa vit ikki fleiri hoyritól, sigur Hans Eli Dahl.