Hoyrdi tá bilurin varð stolin

- Ein bileigari ringdi eisini úr Eysturoy og segði, at onkur hevði verið og skorið hol á dekkini á bilinum.

Í nátt ringdi ein maður í Havn til løgregluna og boðaði frá, at onkur hevði stjolið bilin hjá sær í túninum.

 

- Bilurin hevði hol á útstoytinum, og maðurin hoyrdi, at onkur startaði bilin og koyrdi avstað við honum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at bilurin er ein svartur Peugeot 407 við nummarspjaldrinum AM 147.

 

- Um onkur veit um bilin at siga, eru tey vælkomin at venda sær til okkara, sigur vaktleiðarin.

 

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini eina fráboðan um herverk í Eysturoy.

 

- Tað var ein bileigari, sum ringdi og segði, at onkur hevði verið og skorið hol á dekkini á bilinum, sigur vaktleiðarin.