Hoyrdi roykávaring úr sethúsum í Havn

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um ein bilførara, sum tóktist koyra eitt sindur óstøðugt á Velbastaðhálsi.

 

Nakað eftir klokkan 01 í nátt hoyrdi eitt fólk, sum var til gongu í Havn, eina roykávaring ljóða úr einum privathúsum í miðbýnum.

 

- Í fyrstani visti viðkomandi ikki úr hvørjum húsum, ávaringin kom, men tað eydnaðist at finna røttu húsini, og tá eigarin kom á staðið, varð ávaringin sløkt.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her var hvørki roykur ella eldur, men av einari ella aðrari orsøk var ávaringarskipanin farin í gongd.

 

Um 16.30-tíðina í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um ein bilførara, sum tóktist koyra eitt sindur óstøðugt á vegnum á Velbastaðhálsi.

 

- Løgreglan fór á staðið og fekk fatur í bilføraranum, men her vísti alt seg at vera í lagi, og viðkomandi var ikki drukkin.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at kanska hevur bilførarin hugt eftir seyði og tí hevur verið heldur óstøðugur í koyringini eina løtu.

 

- Tað hendir meira enn so, at vit fáa slíkar fráboðanir. Ofta er alt í lagi, men í onkrum føri eru bilførarar avdúkaðir fyri rúsdrekkakoyring, verður lagt aftrat.