Nú skal sparast enn meira á økinum hjá teim veiku næmingunum. Eg má spyrja, "hvat skal sparast"? Tað hevur, mær vitandi, altíð verið ov lítið av hjálp á hesum øki. Tímarnir til serhjálp fækka, jú eldri børnini blíva. Soleiðis var tað, í hvussu so er hjá okkum. Men nú skal so sparast enn meira, tí vit hava brúkt ov nógv. Ja tað er so sanniliga til at undrast yvir. Allir flokkar skrivaðu um tey veiku í samfelagnum áðrenn løgtingsvalið og um børn við serligum tørvi, hvussu nógv betur tey skuldu fáa tað. 'Sågar' løgmaður, sum sjálvur er lærari. Vit minnast tann politiska fundin úti á læraraskúlanum, har ein ørkymlað mamma skeldaði løgmann út, um tað sama. Hon var flutt til Føroya úr Danmark, og var ógvuliga ørkymlað, tí hon ikki fekk neyðuga hjálp til sonin hjá sær. Løgmaður sá púra ovfarin út og var absalutt samdur við konuni. Jenis av Rana segði, "jamen hví hevur tú ikki kontaktað onkran av okkum politikarum, tað er jú tað vit eru til"? Eg hugsaði mítt. Valagn og einki annað!
Syrgið fyri at hjálpa okkara veiku í samfelagnum. Brúkið peningin, sum er settur av til kanning av, 'hví føringar í útlegd ikki koma heimaftur eftir lokna útbúgvingar', til at seta í verk tað tit lovaðu. Ein og hvør kann rokna út hví fólk ikki koma heimaftur á klettarnar - til hetta nýtist eingin kanningarnevnd. Vit eru eftirbátar á øllum økjum, sum viðvíkja trivnaðinum hjá fólkinum, so sum heilsu- social- og skúlaøki. Tað kann ikki taka langa og drúgva tíð at sammeta hesi viðurskifti við viðurskiftini í okkara grannalondum - politiska málið má meira vera, at vit taka tað besta burturúr, og veruliga hava tað sum ynski, at hesi tingini mugu raðfestast frammalaga.
Tað var ein sending í sjónvarpinum herfyri, við heitinum 'prát við psykologen'. Hesin hevði ymiskar aðrar útbúgvingar eisini, m.a. var hann eisini lækni.
Hann segði, at tá ið hann hevði fyrilestrar, til dømis um eitthvørt viðvíkjandi børnum, so vóru o.u. 90% av luttakarunum kvinnur.
Tá ið hann hevði fyrilestrar um hjartasjúkur, vóru o.u. 90% av luttakarunum menn.
Skeiva býtið í Føroyum millum menn og kvinnur í politikki sæst avgjørt aftur í politisku raðfestingunum, og nýggjasta dømi er - at hjálpin til børn við serligum tørvi, skal skerjast við 20%.
Vælsignaðu menn og kvinnur, "brótið upp ermar og raðfesti, so tað verður trivnaður hjá øllum í Føroyum!".