Hoyra tingmenn í SvF í dag

Í dag fer sjónvarpið undir at senda beinleiðis úr løgtinginum - fyribils verður bara ljóðið sent

Herfyri frættist, at løgtingið og sjónvarpið høvdu gjørt avtalu um, at Sjónvarp Føroya skal varpa tingfundir beinleiðis í sjónvarpinum - bara ljóðið - meðan annars einki er á skránni. Hetta skal gerast á sama hátt, sum Svf í dag sendir útvarpið, meðan royndarmyndin sæst á skíggjanum.

Men ætlanin er nú framskundað. Hetta skuldi byrja eftir nýggjár, men Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður sigur, at farið verður undir royndarsendingar longu í dag.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13.30. Tólv mál eru á skránni.

Sambært avtaluni hevur Svf rætt til at taka sendaran í nýtslu, tá tørvur er á tí, eisini um tingfundur er. Vanliga byrja sendingarnar hjá SvF frá mánadeg til fríggjadags ikki fyrr enn klokkan 18.30 ella 19. Løgtingsfundir skulu sambært tingskipanini vanliga liggja í tíðarbilinum frá kl 9 á morgni til 18 á kvøldi. Tað eigur tí vanliga at bera til hjá Sjónvarpinum at senda allar løgtingsfundir.

Annar av skrivarunum hjá Løgtinginum tendrar og sløkkir sambandið millum SvF og Løgtingið. Tá løgtingsfundur ikki er, og SvF ikki brúkar sendaran, sendir ljóðsendarin hjá sjónvarpinum frá Útvarpinum.

Løgtingsformaðurin hevur avtalað við sjónvarpsstjóran, at SvF skal kanna møguleikarnar fyri og kostnaðin av at senda mynd úr Løgtinginum eisini. Vent verður aftur til hetta mál seinni í vetur, sigur Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður.