Hoyra Fluguna fyrstu ferð í Føroyum

Í kvøld, týskvøldið klokkan 20, fer Kamarkórið at hava konsert í Mullers Pakkhúsi í Havn.

 

Skráin er hin sama, sum kórið hevði við sær til Reykjavíkar og til New York í september mánað.

 

Skráin er føroysk burturav, og er væl blandað við nýggjum og góðum gomlum.

 

Eitt av nýggju verkjunum, tey fara at syngja, er Flugan, har Tróndur Bogason hevur skrivað lagið og Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað orðini og hetta verður fyrstu ferð, at tað verður framført í Føroyum.

 

Kamarkórið fer eisini at syngja verk eftir Kára Bæk, Leif Hansen, Unn Paturson og Sunnleif Rasmussen.

 

Skráin speglar eina løtumynd av kórlívinum í Føroyum beint nú, við tað at verk, sangir og útsetingar eru ymisk, bæði tá tað snýr seg um huglag og tempo, og tá tað snýr seg um nýskapan og gamlan sið, sigur Kamarkórið.