Hoyr Trónd og Pola taka samanum HM-endaspælið

(Rás2) Hoyr tað, sum frásøgumaðurin og dystarviðmerkjarin hjá Rás2 søgdu áðrenn sett var heim til Føroya á seinasta sinni

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Samanumtøkuna hjá Tróndi Arge, frásøgumanni og Pola Hansen, dystarviðmerkjara aftaná 21-33 (11-19) tapið hjá Føroyum ímóti Svøríki í dystinum um 15. plássið í HM-endaspælinum í Algeria.


2) Hoyr tað, sum Tróndur og Pole søgdu tá teir tóku samanum HM-endaspælið.


3) Hoyr hvussu Tróndur Arge tók samanum upplivingina at verða frásøgumaður í Algeria. 

 

Tróndur Arge og Pole Hansen eru samdir um, at tað var ikki eitt nøktandi avrik ímóti Svøríki, men í HM-endaspælinum í síni heild var talan um tveir góðar sigrar ímóti Chile og Suðurkorea, tvey góð avrik ímóti Týsklandi og Fraklandi, tveir nøkulunda dystir ímóti Noregi og Ungarn, og so ein slakan dyst ímóti Svøríki í dag. Men samanlagda HM-avrikið er góðkent.