TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar, sum vóru í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 við Trónd Arge, ítróttarredaktør, og við André Olsen, ítróttarskrivara hjá Miðlahúsinum, sum báðir tóku samanum frálíka avrikið hjá føroyska landsliðnum ímóti Ungarn. André Olsen setti eisini orð á avrikið hjá føroyska U21 landsliðnum, sum megnaði javnleik 1-1 ímóti Azerbadjan á útivølli í Baku í gjárakvøldið.
Tróndur Arge og André Olsen halda báðir, at talan er um eitt framúrskarandi liðavrik, og ringt er at draga nakran einstakling fram á føroyska liðnum, og tá karakterir skulu gevast í Sosialinum er einki at ivast í, at tað verður frá yvirmiðal og upp til toppkarakterir, sum føroysku spælararnir fáa frá teimum.
Báðir síggja góðar møguleikar at fáa enn fleiri stig við tí sterkasta føroyska landsliðnum nakrantíð.