TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr:
1) Hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá sigursmálinum hjá KÍ.
2) Hoyr sigursmálsskjúttan hjá KÍ, Dion Splidt greiða frá.
Dion Splidt staðfestir, at tað var ein fantastiska góð kensla at skora frammanfyri einari so stórari heimafjøld, sum larmaði so nógv, at onkur liðfelagi hjá Dioni fekk næstan tinnitus.
Dion Splidt greiðir frá, at málið var úrslit av einari kombinasjón teir miðvíst hava vant undir venjing í samband við hornasparksstøður, og somikið søtari var tað fyri argjamannin at síggja bóltin fara í HB-málið.