Nú hava vit hoyrt um hasa Hvítubók bæði tíðliga og seint. Men hvat er meiningin? Tað má sigast frá.
Bara at siga, hvussu deilig medaljan nú er á tí einu síðuni, duga tjóðveldismenn væl. Men eru hasir 7-8 sum sita úti í Tinganesi rættuliga við síni fullu fimm? Ætla fullveldi; vár Harra tilgevi teimum, teir vita ikki hvat teir meina. Her eru um 45.000 fólk á hesum oyggjum; hvussu kunnu vit klára okkum sjálvi? Tað ber snøgt sagt ikki til, letur seg ikki gera.
Høgni Hoydal kann verða settur út á Koltur, har kann hann gera alt hann vil saman við sínum, einsamallur. Hann kann fáa sær neyt, seyð, hønur, dunnur og gæs. So fær hann mjólk, kjøt og annars tað sum tørvur er á til dagin og vegin. Grasið má sláast og turkast so kríatúrini hava fóður til veturin. Torv skal skerast fyri ikki at sita kaldur. Fjallið gangast og annars halda eyguni við tí árið runt. Eplir setast niður, røtur o.a. sáast til húsbrúk og møguligan útflutning. Hartil má rógvast út fyri at fáa fisk, ið er sera góður fyri heilsuna.
Kanska er hann heppin at fáa t.d. sápupulvur frá onkrum hann kennir, so klæðini kunnu vaskast.
Tá ið maðurin vil vera einsamallur um alt, má hann royna sjálvur fyrst.
Hjá honum skal eingin blanda seg, tí hann trýr hann kann klára tað. Men skal hann forkoma Føroya-landi, so tað ongantíð kemur fyri seg aftur, so haldi eg sanniliga, at tað er uppá tíðina, at fólk lata sína meining koma fram.
Hann heldur, at alt ber til. Men hava Føroyar loyst frá Danmark, er eingin vegur aftur, um vit so bøna og biðja.
So forlanga føroyingar, at danskarar skulu gera flúgviplássið tipp-topp, og síðani skulu Føroyar yvirtaka. Er hetta ikki markleysur frekleiki - milt sagt.
Vit kunnu spara Danmark fyri tann pening teir lata okkum, tí teir hava so grúvuliga nógv at gjalda sjálvir. Men tað gongur heldur ikki, tí Føroyar fáa ikki endarnar at røkka saman í so fall. Hvat so??
Og hvat við teimum ið vaksa upp nú, og skulu í læru, so ella so. Hvar skulu tey fara?? Her í Føroyum er størsta eksamian »maskinmeistari«.
Skal eingin inn í landið, so endar alt við innavl. Fáa vit 2-3 ár við ongum fiski, sum er tað einasta vit liva av, so steðgar alt upp. Basta. Tí hvar fiskurin svimur er einki, ið Høgni Hoydal ella hasin úr Sørvági kunnu ráða fyri. Hugsið tykkum, løgtingsmenn koyra sína løn ómetaliga neyðugt upp. Sjálvandi tí tá ið loyst er, ber tað ikki til. Tá fara tey, ið eftir eru, 200 ár aftur í tíðina, og mugu royna sum frægast, tann, ið tímir væl at merkja, tí tað skal eitt ómetaligt gott tol til. Men sjálv royni eg at hugsa: Føroyingar eru ikki býttir, so teir loypa ikki í slíka fellu uttan víðari. Ella kunnu hasir heilt spesiellu menninir í Tinganesi bara lata okkum fara í felluna? Nær verður fólkaatkvøðan?? Tað má kunngerast ongantíð ov skjótt.
At vit klára okkum væl í dag, er tí alt er lagt væl til rættis og prísir og rentur eru við okkum.
Føroyingar vænta at verða ríkir av oljuni. Hvør veit fyri heilt vist, at oljan er har. Um so er at hon finst, verður tað bert eitt stutt bil til hon er uppi; hvat so.
Sólrun H. Poulsen