Hoyr samrøður við ovurfegnar landsliðsspælarar

(FM1/Trok.fo) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi aftaná minniligi 27-26 (11-13) sigurin á Italia

Føroyar hava fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnið á Italia í A-landsliðshøpi í hondbólti, og løtan var væl vald. 27-26 (11-13) sigurin á Italia heldur lív í vón okkara at røkka øðrum umfarinum í HM-undankappingini. Tað er tó treytað av, at vit eisini sigra á Lettlandi í dystinum í høllini á Hálsi í morgin klokkan 18.

 

FM1 sendir beinleiðis frá klokkan 17.15 í morgin - samrøður koma út á trok.fo. 

 

Italia-Føroyar 26-27 (13-11)

 

Føroyar: Tróndur Mikkelsen 7, Hákun West av Teigum 6, Vilhelm Poulsen 3, Rói Berg Hansen 3, Pauli Mittún 2, Peter Krogh 2, Teis Horn Rasmussen 2, Filip Jojic 1, Jónas G. Djurhuus 1.

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Kjartan Johansen, Paula Mittún, Hákun West av Teigum, Tróndur Mikkelsen, Paula Jacobsen og Peter Krogh, ið allir vóru ovurfegnir og lættir um sigurin, og kundu við gleði staðfesta eitt góðkent føroyskt avrik. 

 

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

HER  ber til at hoyra alt sum FM1 sendi frá minniliga sigrinum á Italia.