Føroyska ítróttartjóðin fegnast um søguliga HM-endaspælssigurin hjá føroyska U21 landsliðnum í HM-endaspælinum í Algeria, sum var vunnin fyrr í dag. Føroyar vunnu 31-28 á Chile, og kann føroyska liðið nú við tveimum stigum á kontoni fyrireika seg við góðum treysti til dystin ímóti Suðurkorea, sum verður hóskvøldið klokkan 20. Ein dystur, sum Tróndur Arge fer at siga frá á Rás2.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi aftaná søguliga sigurin. Í ljóðbrotinum hoyra vit:
1) Sonni Larsen, høvuðsvenjari
2) Áki Egilsnes
3) Helgi H. Hoydal, liðskipari
4) Kjartan Johansen
5) Pole J. Hansen, viðmerkjari tekur samanum avrikið.