TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr løtuna, tá Wayne Rooney kom inn í skiftirúmið hjá ensku landsliðsspælarunum, aftaná at verða vorðin søguligur toppskjútti hjá enska landsliðnum við 50 málum. Gamla metið átti Bobby Charlton við 49 málum. Gary Lineker skoraði á sinni 48 mál fyri Ongland.
Í skiftirúminum fekk Wayne Rooney eina troyggju við einum 50-tali á rygginum, sum eina áminning um søguliga dagin á Wembley ígjár, tá Ongland vann 2-0 á Sveis. Wayne Rooney skoraði til 2-0 uppá brotsspark.
Upptøkan er frá enska fótbóltssambandinum.