Tað var ein serligur dagur í føroyskari tónleikasøgu í Helsinki í gjár, tá nýggja symfoniin hjá Sunleif Rasmussen, The Earth New, varð frumframførd av Helsinki Philharmonic Orchestra frammanfyri 2000 áskoðarum.
Útlitini fyri at føroyingar fáa møguleikan at hoyra symfoniina í Føroyum eru ikki góð, tí í samrøðu við in.fo í gjár segði Sunleif Rasmussen, at ongin høll er nóg stór til at rúma framførsluna.
Les eisini: - Tað er nervapirrandi
Føroyingar fáa tó ein møguleika at hoyra symfoniina, tí orkestrið fer aftur á pall í kvøld, og hesaferð ber til hjá øllum heiminum at fylgja við, tí konsertin verður stroyma beinleiðis á netinum.
Trýst HER og síggja, og hoyra konsertina, ið byrjar klokkan 17
Um tað ikki ber til at fylgja konsertini beinleiðis, so er ikki at fella í fátt, tí konsertin fer at liggja úti á heimasíðuni næstu tretivu dagarnar.










