Høgni Lisberg gevur í hesum døgum fýra løg út. Í dag kemur næsta lagið "Drukni" út digitalt um allan heim.
Umframt at hava brúkt strúkarakvartett og klassiskt slagverk fyri fyrstu ferð, so eru hesi eisini fyrstu løgini, sum Høgni syngur á føroyskum. Fyrsta lagið í røðini nevndist "Fólkið í Sprekkunum".
Um hugt verður eftir youtube hagtølum, so sæst, at tónleikurin hjá Høgna er serliga væl umtóktur í USA, UK, Canada, Australia og Týsklandi. Fyrr í ár hevur Høgni havt upp til 150.000 plays um mánaðin á Spotify og 250.000 plays um mánaðin á síni youtube-kanal.
HOGNI gevur í dag sín tónleik út digitalt um allan heim á egnum plátufelag, Mahogni Music. Tað er Tutl, ið tekur sær av allari fløgusølu.
Hoyr nýggja lagið hjá Høgna Lisberg HER.