Hoyr nýtt lag frá Teitur her

Í dag gevur Teitur út EP, ið ber heitið »Four Songs«. Fløgan fæst bert í talgildari útgávu, eitt nú á iTunes, men til ber eisini at hoyra eitt av løgunum á YouTube. Tað kunngjørdi Teitur umvegis fjepparasíðu sína á Facebook í gjárkvøldið.

 

Teitur er annars í USA í hesum døgum á konsertferð. Har spælir hann fram til hálvan september, áðrenn leiðin gongur til Svøríkis og síðani Belgia, Týsklands og Hollands seinni í ár.

 

Lagið, sum Teitur hevur lagt á YouTube, er »Jailhouse Gumbo Jones« og tað kann hoyrast niðanfyri.