Hoyr nú skúlaklokkan ringir

Í ár fara 748 børn í skúla á fyrsta sinni. Vit vitjaðu skúlan á Fossanesi, har 5 børn byrjaðu í fyrsta flokki í gjár

 
- Árgangirnir eru ógvuliga ójavnir í tali. Tað vil so verða, tá fólkatalið er so lítið, sum í Hvannasunds kommunu, sigur Poul Jacob Zachariassen, skúlaleiðari.
            Í 1999 fóru 15 børn í fyrsta flokk á Fossanesi, og tað er nógv í so lítlum skúla.  Tað hevndi seg eisini árið eftir, tá bert 2 børn vórðu tilmeldaði skúlan.
Hetta skúlaárið fara 48 børn at ganga í skúla har. Genturnar eru við yvirlutan; tær eru 28 í tali og dreingirnir 20.
        Í novembur verða 20 ár, síðani skúlin á Fossanesi varð bygdur.
        - Vit hava ikki fastlagt enn, hvussu vit skulu hátíðarhalda dagin, men helst fara vit at hava framsýningar, eitt nú við myndum, tiknar gjøgnum árini, sigur Poul Jacob.
        - Longu tá skúlin varð bygdur, var hann ov lítil, og tað er sjálvsagt ikki betur, nú undirvísingarhátturin krevur meiri pláss, sigur skúlaleiðarin.
        Tað starvast 5 lærarar við skúlan á Fossanesi. Flokkslærari hjá fyrsta flokki verður Simona Johannesen.