Hoyr Michael Jackson fløguna her

Tú kanst hoyra nýggju fløguna hjá Michael Jackson við at trýsta á leinkjuna niðast í greinini. Fløgan, sum kemur út í nøkrum fáum londum í morgin, har í millum Danmark, men annars verður tað mánadagin, at hon fæst til keyps í sølubúðunum kring knøttin.

 

Fleiri miðlar hava longu ummælt fløguna. Semja tykist vera um, at fløgan als ikki eru so ring, sum fleiri høvdu stúrt fyri. Eitt nú heimasíðurnar hjá donsku bløðunum BT og Ekstra Bladet, enska The Mirror og Popdose.com - ein heimasíða, sum tekur nógv innan poppmentanina til viðgerar - siga øll tað sama.

Fløgan hevur fleiri minni góð løg ? men hevur sanniliga eisini einstøk sera sterk løg. Samlaða niðurstøðan tykist vera, at at hóast nøkur veik løg, er fløgan eitt positivt yvirraskilsi.

 

Ein onnur niðurstøða er eisini, at tað er Michael Jackson, sum syngur á fløguni. Tað eru tað annars fleiri, ið hava sátt iva um. Tá tað so er sagt, so vísa ummælararnir á, at Michael Jackson helst ikki hevði góðtikið, at sangirnir, sum nú eru komnir út, høvdu komið út í verandi líki.

 

Ger tína egnu meting av fløguni, sum tú kanst hoyra við at trýsta her