TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge, sum hann hevði á Rás2 av teimum fýra málunum, sum komu í dystinum millum ÍF og Víking í Fuglafirði, sum Víkingur vann 3-1.
Sigurin merkir, at Víkingur er bert eitt stig frá KÍ, sum hevur torføran útidyst ímóti HB sunnudagin klokkan 15.
Næsti dystur hjá Víkingur er ímóti Skála á útivølli, sunnudagin 21. august. Sama dag spælir ÍF ímóti B36 í Gundadali í Havn.