TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá tey fýra málini komu í dystinum í Sarpugerði í Norðragøtu, tá HB vann 3-1 á Víkingi. Hilmar Jan Hansen segði frá dystinum á Rás2.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jóhan Troest Davidsen, liðskipara hjá HB, sum skoraði málið til 2-1 til HB.
Hóast hendan góða sigurin, og hóast góða sigurin ímóti hinum oddaliðnum, KÍ farna vikuskiftið, so hevur liðskiparin hjá HB bæði beinini plantaði væl niðri á jørðini, og staðfestir, at enn er málsetningurin at sleppa út í Evropa.
Jóhan Troest Davidsen heldur, at talan var um ein uppibornan sigur, har HB var tað betra liðið á degnum.