Hoyr málini og sigursmálskjúttan við Margáir

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði, tá EB/Streymur vann 2-1 á KÍ, og hoyr tvímálsskjúttan, Arnbjørn Hansen greiða frá

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði, tá Tróndur Arge kom inn á Rás2, og segði frá teimum trimum málunum, sum komu í dystinum millum EB/Streym og KÍ, sum EB/Streymur vann 2-1. Teitur Joensen var viðmerkjari.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við tvímálsskjúttan, gamla málrevin hjá EB/Streymi, Arnbjørn Hansen, sum við lítlari spælitíð hevur skotið mál uppá samlibond seinastu umførini.

 

Í samrøðuni greiðir Arnbjørn Hansen frá sínum langa og tunga stríði fyri at koma í gongd aftur við venjingina, og koma til punktið at sleppa inn á vøllin aftur.

 

Arnbjørn Hansen og liðfelagarnir í EB/Streymi vilja ikki droyma ov stórar dreymar, men fokusera fyrst og fremst uppá at yvirliva í effodeildini.