TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hesar upptøkur frá Rás2:
1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av báðum málunum B36 fekk ímóti 07 Vestur á ovari vølli í Gundadali fyrr í kvøld. Éin dystur B36 vann 2-0. Bæði málini komu í seinna hálvleiki.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis við seinna málskjúttan hjá B36, Patrik Johannesen. Lukasz Cieslewicz skoraði fyrra málið.
Givið er, at Patrik Johannesen er glaður fyri sigurin, men hann heldur, at B36 átti at havt vunnið meira.
Um ólavsøkuna sigur Patrik Johannesen, at hann og liðfelagarnir fara at eta ein betri bita, men teir ætla ikki at gera nógv av á ólavsøku.










