Hoyr Knút Háberg Eysturstein framføra nýtt lag

Knút Háberg Eysturstein hevur gjørt eina stakfløgu, sum ber heitið “The Road”. Hoyr hann framføra eitt lag frá stakfløguni her.

 

Hvønn hósdag bjóðar útisetasendingin til livandi tónleik frá føroyingum, sum búgva í Keypmannahavn. Knút Háberg Eysturstein vitjaði í Ghetto Føroyar rásarúminum í BankNordik á Amager í dag. Hann spældi tvey løg av sínari nýggjastu stakfløgu “The Road”. Løgini kunnu hoyrast á gogoyoko.com

 

Knút Háberg Eysturstein er ein kendur tónleikari, sum umframt at framleiða tónleik sjálvur, eisini spælir ljómborð í fleiri føroyskum bólkum, og lesur tónleikavísund á

Universitetinum í Keypmannahavn. Haraftrat eru hann og dama hansara diskarar, og vitja tey javnan í náttarstøðum kring Danmark.

 

Framførslan hjá Knúti – og aðrar livandi framførslur og samrøður gjørdar í Ghetto Føroyar – kunnu síggjast á Facebook bólkinum hjá Ghetto Føroyar.