Ber tað til at gera nakað við mótmælisfólkini hjá Sea Shepherd, ið eru sum smásteinar í skónum hjá føroyingum? Hetta er ein spurningur, ið varð reistur í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.
Teir, sum kjakaðust um hetta vóru Jacob Vestergaard, landstýrismaður við politiskari ábyrgd av grindarveiði, Hans Jákup Hermansen, umboð fyri Grindamannafelagið, og Ingi Sørensen, mótstøðumaður móti grindadrápi.
Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, staðfestir, at grindadrápið á Sandi leygardagin, mintu okkum mest um eina Seals-atsókn í Persaraflógvanum, har servandir menn í fullum politibúna við serútgerð og í gummibátum, vóru meiri fjølmentir í samanstoytinum enn mótmælisfólkini hjá Watson, sum vaðaðu upp undir miðju í blóðsjógvi í teirra svørtu deydningabúnum.
- Hann slokti sær um munnin við tankan um, hvussu gott ”business” hann fær burtur úr teimum 35 grindahvalunum á sandinum heima á Sandi. |
- Grindin á Sandi var flúgvarabensin á bálið hjá teimum, tí loksins fingu tey løn fyri tolið, tey hava víst í summar.
Óli Breckmann sigur, at spurningurin er so, um nakað er at gera við hesar ófriðarkroppar, ið eru sum smásteinar í skónum hjá føroyingum.
Hann heldur, at tað ber neyvan til at lóggeva, so tey ikki sleppa inn í landið.
- Hvat kunnu vit vænta av øðrum tiltøkum uttaneftir enn at hesa hesi Sea Shepherd fólkini við skøltum á eyðkennisbúnanum reikandi um landið hvørt summar?
- Verður føroysk ferðavinna rakt av avlýstum ferðaskipavitjanum og av ferðafólki, sum fer aðrastaðni?
Og kunnu vit vænta, at føroyskar fiskavørur verða boykottaðar fyri at noyða okkum at gevast at drepa grind, spyr Óli Breckmann.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr kjakið millum Inga Sørensen, Jacob Vestergaard og Hans Jákup Hermansen.
GG: Ljóðfílan er 47 minuttir til longdar, les tí bláu strikuna inn fyrst, áðrenn lurtað verður.