Hetta er eitt megnar og gleðiligt kvøld fyri føroyskan fótbólt.
KÍ hevur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins vunnið seg víðari í evropeiskari kapping. KÍ vann í kvøld 2-1 á Birkirkara úr Malta, og vann harvið 3-2 samanlagt.
KÍ legði seg framum dygst undan steðginum, tá ið Deni Pavlovic skoraði, og tíðliga í seinna hálvleiki økti Páll A. Klettskarð um leiðsluna til 2-0. Marcelino skoraði fyri Birkirkara tá 89 minuttir vóru farnir, men KÌ reið tíbetur stormin av.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum og dystarendanum. André Olsen var viðmerkjari, og hann tók eisini samanum dystin.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hoyrist HER
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Ólav Niclasen og Kristian Joensen hjá KÍ hoyrast HER
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig og við stadionspeakarin hjá KÍ, Kristian Joensen hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo hoyrist HER