Hoyr hvat Jákup á Borg tippar

Høvuðsvenjarin hjá HB vildi ikki tippa útfallið av HB-B36 sunnudagin

Sunnudagin klokkan 15 verður væntandi eitt brak av einari áttandapartsfinalu í kappingini um løgmanssteypið, tá HB og B36 bresta saman í Gundadali.

 

Fyrr í dag ringdi Rás2 til hjálparvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, og høvuðsvenjaran hjá HB, Heðin Askham fyri at fritta um teirra meiningar um dystin. Vit heittu eisini á teir um at tippa úrslitið.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Jákup á Borg tippaði, umframt tað, sum Heðin Askham hevði at siga um ta komandi uppgávuna hjá HB.