Tónleikarin Gulli Johansen í Klaksvík hevur latið fyrsta staklagið frá sær í 16 ár. Gulli var í 1990’unum og seinni nógv frammi sum tónleikari, og hann luttók eitt nú í Prix Føroyum. Hann gav eisini tónleik út.
Nú hevur Gulli gjørt eina elektro-útgávu av kvæðinum Regin Smiðjur.
Sangurin verður tøkur á øll net-miðlum innan stutta tíð, og í fyrsta umfari kann sangurin hoyrast her.
Trýst á pílin í myndini fyri at hoyra sangin.









