KÍ-kvinnurnar fingu nógv góð orð, og góðar peningagávur við á vegnum á hátíðarhaldi í KÍ-høllini leygardagin.
Røðarar vóru Christian Andreasen, FSF-forseti, sum handaði steyp, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini. Harumframt søgdu KÍ-formaðurin, Tummas Lervig og Malena Josephsen, liðskipari nøkur orð.
Bólkurin "Aria" spældi og sang, og Kristian Joensen fekk lív í fjøldina. André Olsen var reportari fyri Rás2 hendan dagin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fagnaðarløtuna í KÍ-høllini.
Á myndini sæst Malena Josephsen saman við Signhild V. Johannesen.









