TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátini Hilmar Jan Hansen gjørdi við fegnar KÍ-kvinnur, og vónbrotnar EB/Streyms/Skála kvinnur aftaná spennandi steypafinaluna hjá kvinnum, sum KÍ vann 2-1.
Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásøgnin av avgerandi málinum hjá KÍ. Allan Dybzak varð viðmerkjari til frásøgnina hjá Hilmari Jan. Í upptøkuni hoyrist eisini løtan, tá KÍ-kvinnurnar fingu steypið handað frá Birni Kalsø, landsstýrismanni við mentamálum.