TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Hilmar Jan Hansen hevði av samrøðum við gullvinnararnar hjá Drátti, aftaná sandavágs- og miðvágskvinnur høvdu vunnið 3-1 á KÍF í tí seinnu FM-finaluni.
Í ljóðbrotinum hoyra vit:
1) Samrøðu við Sólgerð Henriksen
2) Vit hoyra Drátturskvinnur syngja
3) Samrøðu við Onnu S. Hansen
4) Samrøðu við Helgu Nordendahl, sum nú gevst at spæla flogbólt á hægsta stigi.
5) Vit hoyra formannin í FBF, Magnus Tausen halda røðu
6) Vit hoyra løtuna, tá Dráttur fær handað steypið
7) Samrøða við Ruth Albinsdóttir, hjálparvenjara










