Orka gevur sum kunnugt út sína 4. útgávu 13. juni. At hendan fløga brýtur frá teimum fyrru vitnar fyrsta staklagið um.
Fyrsta staklagið sleppur føroyska málinum, ið hevur átt ein stóran leiklut í ljóðinum hjá Orku.
"My People is Kept in a Zoo", hevur eisini ein munandi meira sveimandi kenslu enn tað, ið vit áður hava hoyrt frá Orku.
Lagið er lagt á Soundcloud og kann hoyrast her