Hoyr Fróða Hansen framføra eitt lag

Fyrr í vikuni gav bólkurin Fróði and The Pink Slips út eitt nýtt videolag til lagið "Diamonds in the rough".

 

Lagið er at finna á nýggju fløguni The Mouse, sum hevur fingið góð ummæli í donskum miðlum.

 

Oddamaðurin í bólkinum, Fróði Hansen, vitjaði í Ghetto Føroyar í dag, og har greiddi hann frá, at hann hitti ein filmsframleiðara, sum dámdi sera væl teirra tónleik, og valdi sær eitt lag á fløguni at gera eitt videolag til.

 

Videolagið er upptikið í einum niðurløgdum sjúkrahúsið, og her royndu menninir í bólkinum seg eisini sum sjónleikarar, tá ið teir skuldu upptaka videolagið.

 

Videolagið kann síggjast á YouTube.

 

Hoyr Fróða framføra live í Ghetto Føroyar her: