Hoyr Eivør framføra lag av “Room”

Fyri stuttum gav Eivør Pálsdóttir út eina nýggja fløgu, sum ber heitið “Room”. Eivør hevur havt útgávukonsert í Føroyum, Íslandi og í Sveis, og næsta vikuskiftið hevur hon eisini útgávukonsertir í Danmark.

 

Hósdagin vitjaði Eivør Pálsdóttir í bankaboksini hjá BankNordik á Amager, har sendingin Ghetto Føroyar verður gjørd. Her framførdi Eivør tvey løg av nýggju fløguni.

 

Tað eru tvey ár síðani, at Eivør byrjaði at skriva sangir til nýggj fløguna, og tað eru samstundis tvey ár síðani, at Eivør misti pápa sín. Hetta hevur merkt fløguna, sum má sigast at

vera sorgblíð, full av kærleika og góðum minnum.

 

Leygardagin fer Eivør at hava útgávukonsert í DR býnum í Keypmannahavn. Ghetto Føroyar burturlutar í hesum døgum tvey atgongumerki til konsertina, sum byrjar klokkan 20.00 29. September.

 

Tú ert við í dráttinum, um tú fert inn á Facebook síðuna hjá Ghetto Føroyar, og “dámar” síðuna. Hósdagin í sendingin verður drigið ímillum tey, sum hava dámt síðuna.

 

Hoyr Eivør syngja her: