Á Býarbókasavninum í Havn hava tey eitt stórt úrval av ljóðbókum. Hetta eru bøkur á føroyskum og donskum, sum eru lisnar inn á band ella fløgu, sum øll kunnu læna.
Í 2003 gav bókasavnið út eitt yvirlit yvir ljóðbøkurnar. Herfyri kom so nýggjasta uppískoyti til yvirlitið við eini stuttari lýsing av hvørji einstakari bók. Listin fevnir um alt frá kendum klassikarum til heilt nýggjar bøkur, so sum nógv umrøddu Da Vinci Mysteriet eftir Dan Brown og Harry Potter bøkurnar lisnar av Hans Tórgarð, bert fyri at nevna nøkur dømi.
Ljóðbókalistin fæst við at venda sær til Býarbókasavnið.










