Hoyr ein samandrátt av seinkingum og avbrotum í kvinnufinaluni (FM1)

(FM1) Kiks við klokkuskipanini, leysar gólvlýsingar o.a. trupuleikar hava seinkað finaluna millum VÍF og Kyndil nógv

Spælarar, venjarar og viðhaldsfólk hjá VÍF og Kyndli hava upplivað nógvar frustrerandi løtur undan steypafinaluni hjá kvinnunum í Faxe Kondi kappingini, og eisini tað fyrstu løtuna av dystinum við nógvum seinkingum.

 

Fyrst var galið við klokkuskipanini, síðani loysnaðu lýsingar á gólvinum, og so eru trupuleikar við, at gólvið er hált í støðum.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr ein samandrátt av seinkingunum og avbrotunum sum vóru undan og við byrjanina av steypafinaluni hjá kvinnunum millum VÍF og Kyndil.

 

Tróndur Arge er frásøgumaður hjá FM1, og Marjun F. Danberg er viðmerkjari.