##med2##
Kenslan er blandað aftaná sera tepra 25-26 ósigurin hjá føroyska manslandsliðnum fyri Ukraina í EM-undankappingardystinum fyrr í kvøld. Fyrri hálvleikur var í løtum marrukendur, og í seinna hálvleiki traðkaðu ungu leyvurnar, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum í karakter, og tað var so nær, at Føroyar fingu fyrsta stigið í hesari kappingini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum Føroyar-Ukraina. Viðmerkjari hjá FM1 var Hjalti Mohr Jacobsen.
2) Hoyr Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum blandaða avrikið, har fyrri hálvleikur stendur veikur í myndini, meðan seinni hálvleikur stendur sera sterkur í myndini, ikki minst við ótrúliga frumdystinum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði sjey mál.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein vónbrotnan landsliðsvenjara, Sonni D. V. Larsen sum sá møguleikar at vinna stig, men tað eydnaðist akkurát ikki. Sonni kann tó fegnast um, at hava fingið ein breiðari hóp til avbjóðingarnar í framtíðini nú ungu leyvurnar eru klárar at stríðast fyri Føroyar.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rók Akralíð og Jónas G. Djurhuus.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen og Kjartan Johansen.