Tónleikarin hesaferð í Ghetto Føroyar var Dánjal á Neystabø, sum býr og spælir nógvan tónleik í Danmark.
Í februar í ár gav Dánjal út fløguna The Bubble, sum hevur fingið sera góð ummæli bæði í Føroyum og í Danmark. Nú ætlar Dánjal sær til Týsklands, har hann skal á eina rundferð kring landið.
Dánjal er ein sera kendur tónleikari í Føroyum. Seinastu árini hevur hann eitt nú verið ein av oddamonnunum í Ævintýraferðini, sum hann ger saman við Búa Dam. Í summar takkaði Ævintýraferðin fyri seg við einum braki á Ólavsøku.
Hoyr Dánjal framføra live her:









