Hoyr avgerandi løturnar: Fleyr-SÍ 0-3

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum, tá SÍ vann 3-0 á Fleyr

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum í tí fyrru FM-finaluni í flogbólti hjá monnum. SÍ vann 3-0 á Fleyr. Hans Fróði Jensen var viðmerkjari. 

 

Fleyr kom nógv betur frá byrjan og var á odda at kalla alt fyrsta sett, men júst í røttu løtuni, við støðuna 20-19, kom SÍ á fyrsta sinni á odda, og hendan hvøkkin kom Fleyr seg ikki yvir fyribils, soleiðis at SÍ tók hetta fyrsta settið eftir úrslitið 25-22.

 

Í øðrum setti var SÍ omaná, og hóast Fleyr royndi at hála seg inn aftur, so høvdu teir ógvuliga ilt við at fáa samband aftur. Fleyr-venjarin, Kristian Mikkelsen, eftirlýsti spæligleði. Illa gekst havnaliðnum, og við sannførandi 25-17 løgdu sørvingar seg á odda 2-0 í settum.

 

Í triðja setti var gongdin jøvn, men tað var SÍ, sum vann sær ein týðandi mun ímóti endanum av settinum. 22-18 var SÍ á odda, og hóast Fleyr aftur fekk minkað um munin, so avgjørdi SÍ dystin til sín fyrimun, og við 25-22 vunnu teir ein sannførandi 3-0-sigur í hesi fyrstu FM-finaluni.