Hoyggjhúsið hjá Nólsoyar Páll reist

Húsini hjá Nólsoyar Páll, sum eftir tátíðarmeti hava verið stór hús – ein fýra leingjaður garður, verða sum kunnugt einurreist á Biskupstøð í hesum døgum.

 

Nú er komið so væl áleiðis, at hoyggjhúsið hjá Nólsoyar Páll er reist. Síðani verður farið til hinar partar av húsunum, fjósið, hjallin og sethúsini, sum tó øll hoyra saman undir somu lon.

 

Alt verður vandaliga gjørt av hegnismonnunum Sjúrði Sólstein og Archibald Black. Eisini gomlu amboðini hjá Jákup bónda eru sloppin upp í part – m. a. eru allir bitarnir hølvaðir við listhøvlinum, sum Jákup bóndi brúkti til mongu bátarnar, hann smíðaði.

 

Jú, væl líður frá, og eftir ætlan skal øll lonin verða innilokað móti sumri í ár.