Kappast varð á økinum kring Studentaskúlan. Súkklað var móti Boðanesi, eftir Ringvegnum, og aftur til skúlan, síðani var farið aftur um skúlan, niðan brekkuna til Garðavegin og oman í Hoyvíkini, vent á keiini, og so aftur til Studentaskúlan. Hesin teinurin bleiv súkklaður fýra ferðir.
Runnið var á sama teininum, men bara tvær ferðir.
Byrjað var sum samlaður startur hálvt fyrsta umfar. Skjótt var, at Eli Christiansen og Gunnar Dahl Olsen løgdu seg á odda, og nakað aftanfyri teir kom Andrass Joensen. Áslak Nesá royndi at fylgja við Andrassi, men mátti at enda lata hann fara
Í aftara endanum vóru tað Kári Simonsen og Evald Rasmussen, ið sum ikki einaferð, kappaðust sínamillum. Hesaferð høvdu teir tó Samson Nesá at kappast við, og væl gekst hjá honum. Í súkklingini legði hann Evald aftur um seg, og Kára tók hann í renningini.
Í fremra endanum økti Gunnar um munin til Eli, meðan Andrass nærkaðist Eli, og á renniteininum fór hann einar tvær ferðir fram um Eli, sum tó til endans beit tenninar saman, og legði seg 22 sekund fram um Andrass.
Súsanna Skylv, sum onga súkklu hevði, bíðaði til fyrsti maður fór at renna, og fylgdist hon við Gunnari á renniteininum, og var hon skjótast á teininum.